Ársaðalfundurin hjá Magistarafelagnum var í Norðurlandahúsinum 28. mars 2014
Uppmøtingin var góð í mun til farnu 2 árini, og útvið 30 fólk luttóku.
Fundarfrásøgn er send limunum við telduposti. Um tú sum limur ikki hevur móttikið frásøgnina, so ber til at senda kassameistaranum teldupost (wilsim@yahoo.com), soleiðis at hann fær skrásett teg rætt í okkara limalista og sent tær frásøgnina.
Stutt frágreiðing:
Talan hevur verið um eitt lutfalsliga friðarligt ár við fáum stórum málum. Tó hevur arbeiðið at fáa í lag nýggja pensjóns- og tryggingaravtalu kravt nógv av nevndini seinastu umleið 2 árini. Umboð frá LÍV greiddu frá nýggju avtaluni á aðalfundinum.
Á fundinum var nevnt, at felagið hevur góðar royndir av “limabólkum,” har serstøk feløg ella bólkar eru fyri ávísar fakbólkar (t.d. sálarfrøðingar ella biologar). Møguliga átti hetta at verið gjørt í størri mun, tí tað lættir um samskifti og fakliga sparring, og ger tað lættari hjá limum at eyðmerkja avbjóðingar og møguleikar mótvegis Magistarafelagnum og AKF.
Formansfrágreiðingin og roknskapurin vóru góðkend.
Nevndarlimirnir, ið stóðu fyri vali (Páll Nolsø, Jørgen Meitilberg og Uni Árting), vóru allir afturvaldir. Formaðurin, Leivur Langgaard ynskti at sleppa úr nevndini, og avgjørt var, at nýggjur nevndarlimur og ein tiltakslimur skulu veljast á eykaaðalfundi flaggdagin.