Aðalfundarfrásøgn Magistarfelagsins 2015

Frásøgn frá aðalfundi Magistarafelag 18.4.15.

1. Helgi Toftum valdur orðstýrari, Heri Kragesteen, skrivari.

2. Frágreiðing frá nevndini.
Formaðurin hevur gjørt skrivliga frágreiðing.

Smb. skrivara eru vit 195 limir, ið eru virknir á feysbukk.
Fakligu skeiðini “Tøgn og tala” væl umtókt.
Nøkur persónsmál (setan, sanstarv, broyting í starvsinnihaldi) hava verið, har felagið hevur veitt juridiskan stuðul.
Nevndin hevur uppskot um at gera kapping um búmerki til felagið.
Annars var nevnt at gera strongdarkanning av limum okkara líknandi tí hjá starvsmanna-felagnum.
Eitt ávíst samstarv við Da. magisterforening er á veg.
Tosað var eisini um trivnað millum limirnar t.d. sum fyri nøkrum árum síðani, tá regluliga varð skipað fyri einari útferð um árið. Nevndur var eisini møguleikin fyri fyrilestrum t.d.

Spurningurin um professionalisering av fyrisitingini var nevndur. Hesin spurningur er tengdur atAKF sum so, og má loysast í einum heildarhøpi. Men semja var á fundinum um týdningin av professionalisering av pørtum av dagliga arbeiðinum.

Frágreiðingin frá nevndini góðtikin.

3. Framløga av rokniskapi. Eftirlýst var rokniskapurin hjá AKF at hugt í samstundi við okkara egna. Onkur setti spurningin um verkfalsgrunnin, skulu vit hava hann framhaldandi ella?? Rokniskapurin góðkendur av aðalfundinum.
4. Limagjaldið óbroytt.
5. Nevndarval. 3 limir standa fyri vali (William, Uni og ein tiltakslimur). Ása vald sum tiltaks-limur, hinir báðir endurvaldir.
6. Eingin innkomin mál.
7. 7. Ymiskt
a. komandi sáttmálasamráðingar
i. reiðuskylda, vibøtur
b. stuðul til fakligt arbeiði
c. búmerki
d. eftirløn av allari lønini og viðbótum
e. greiðari orðing av arbeiði uttanlanda
f. spurningurin um um tíðarskráseting var uppi at venda, ymiskur tørvur
g. reiðuskyldan (20 t. úrtíðarálagt, er tað eitt ynski?) hvat er galdandi í dag?
h. tímalærarasatsirnir órímuligir í nógvum førum, endurskoða og dagføra sáttmála m.a. á hesum økjum
i. semja um at fara víðari við búmerkjaspurninginum

Skrivari
Heri Kragesteen

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s