Fundarfrásøgn frá aðalfundi hjá Magistarafelag Føroya 2016

1.   Væl av skrivara og fundarstjóra

Fundarstjóri: Laila Jacobsen
Skrivari: Uni Árting

 

2.   Frágreiðing frá Nevndini (Formaðurin Páll Nolsøe)

Vælkomin – Teir í manna nevndina eru Páll Nolsøe, formaður, Jørgen Meitilberg, skrivari og umboð í AKF, William Simonsen, kassameistari, Uni Árting og Mass Hoydal – tiltakslimir Kristianna Sjóvará og Ása Johannesen. Sum formaður eri eg sera fegin um góða arbeiðslagið í nevndini.

Talið á limum er 210 og vaksið úr 195 síðani seinasta aðalfund.

Seinasta árið hava sum vant persónsmál hjá limum tikið sín part av nevndararbeiðinum – málini snúgva seg eitt nú um uppsagnarmál, umflokkingar (t.d. fólk, sum hava tikið eina akademiska (eftir)útbúgving aftaná ár á arbeiðsmarknaðinum) og innplaseringar av útbúgvingum tiknar í Bretlandi. Og tað er ein vaksandi trupulleiki, at eitt nú bretska útbúgvingarskipanin ikki tykist at harmonera við okkara almenna arbeiðsmarknað. AKF hevur reist fyri LND ynski um eina almenna metingarnevnd, sum skal meta um og góðkenna prógv.

Harumframt hava sáttmálasamráðingarnar verið í fokus. Hetta tí AKF umfatar fýra ymisk fakfeløg og tí hava leypandi verið kunnandi fundir við nevndina í AKF. Tað var eitt ynski frá MAG, áðrenn samráðingarnar fóru í gongd, at AKF leypandi skulu kunna kunning og ráðføra seg við nevndirnar, fyri at tryggja undirtøku í mun til gongdina í samráðingunum.

Nevndin í MAG er nøgd við leistin og tilgongdina fyri samráðingarnar. Hetta vísir, at hóast AKF fevnir um fýra ymisk fakfeløg, so ber til at samskipað ymisku ynskini og fáa eina munagóða samráðingartilgongd.

Høvuðskrøvini hjá MAG vóru m.a.:

–              Stytta lønarstigan,

–              Deildarleiðarar á automatisk á endastig á lønarskalanum og harvið ikki tengt at starvsaldri eins og hjá øðrum starvsbólkum.

–              Serfrøðingaviðbót

–              Tíðaravmarkaðar viðbøtur 2000-4000 kr. í upp í 9 mánaðir fyri serstakar arbeiðsumstøður (eins og BLF)

Suni Joensen frá AKF kemur at greiða frá status í samráðingunum seinni.

Eisini hava vit roynt at fingið í lag fund við Dansk Magisterforening. Hetta hevur verið víst seg at verið ein drúgv tilgongd. Men nú hava vit fingið í lag fundir, sum verða 28. og 29 apríl í Keypmannahavn. Vit ynskja fyrst og fremst at fáa innlit í hvussu DM handferð problematikkin við limum, sum taka útbúgvingar uttan fyri DK. Eisini ynskja vit at vita um til ber at fáa eitt samstarv í lag við DM um eitt nú skeiðsvirksemi eisini í Føroyum og um vit kunnu gera brúk av teirra tænastum og ráðgeving. Og endamálið við fundinum er fyrst og fremst at fáa í lag eitt samstarv. Tí tað, at MAG eitt ‘fyraftens fakfelag’ hevur sínar avmarkingar, og um nevndin kann draga gagn av einum slíkum samstarvi hevði tað verið gott fyri MAG og limir í felagnum.

MAG ikki hevur skipað fyri almennum fyrilestur eins og “Tøgn og Tala” – tí tíðin er farin við áðurnevndu økjum – so er ætlanin at skipa fyri einum størri tiltaki annaðhvørt til heystar ella várs. Evni vit hava í tonkunum er at varpa ljós á avbjóðingarnar og rákið innan fakfelagsarbeiði: Røddir eru frammi um at leggja fakfeløg saman og/ella skipa samstarv millum fakfeløg – fakfelagssamstarvið vísir at vilji er til meira samstarv millum fakfeløgini. Eisini hevur Kristinna Háfoss borið fram eitt politisk ynski um ein felags lønarsáttmála fyri allan almenna arbeiðsmarknaðin, men um so er at hetta gerst veruleiki hvat vil hetta so merkja fyri fakfelagsarbeiði. So her eru evni sum snúgva seg um framtíðina fyri fakfelagsarbeiði. Vit eru sjálvsagt áhugaði at hoyra um fundarfólki hava uppskot til evni?

 

Viðmerkingar til Formansfrágreiðingina:

Kann nevndin greiða eitt sindur nærri frá ætlaðu vitjanini hjá Dansk Magisterforening (DM)?

Mass Hoydal: Av tí at nógvir limir hjá MAG flyta beinleiðis frá DM er natúrligt at samskifta og hava samband. Eitt annað er eisini at vita hvussu tey fyrireika lønarsamraáðingar, hvussu tey loysa mál við útbúgvingum í Bretlandi og Skotlandi. Er møguleiki fyri at fáa ágóða frá skeiðsvirkseminum hjá DM. Vitjanin er eisini ætlað sum ein roynd at lyfta okkara fakfelagsarbeiðið á eitt ”hægri” støði og vita um møguleiki er fyri at formalisera eitt samstarv um ymiskar uppgávur og ráðgeving.

Viðmerkt var eisini at MAG áður hevur havt fastari samband við DM, við góðum úrsliti á serliga tí norrøna pallinum. So hetta er eitt fínt amboð.

 

Meting og plasering á lønarstiga:
Suni Joensen (Formaður í AKF) greiddi stutt frá at AKF hevur í uppskoti at seta ein bólk/nevnd við fakfelagnum, FMR og setrinum fyri at fáa útbúgvingar mettar.

Viðmerkt varð at fakfelagið hvørki eigur ella hevur førleika at meta um tílík mál, eiheldur er setrið vælegnað. Tískil er hetta ein mynduleikauppgáva, og ein óheftur bólkur eigur at gera hetta arbeiðið.

Eisini bleiv viðmerkt at LND heldur ikki hevur metingarførleikar, men brúkar danskan stovn, og gerð síðani eina meting. Um limur/fakfelag ikki er samt við hesa meting, so kunna mál roynast í einum gerðarætti.

Eisini bleiv spurgt um felagið merkir nakað til trupuleikan tá ið fólk koma úr bretlandi við PhD, ið er bygd omaná BSc? Hetta hevur felagið ikki merkt nakað til.

 

Kunning um sáttmálasamráðingarnar (Suni Joensen, formaður í AKF)

Suni kunnaði um gongdina í sáttmálasamráðingunum.

 

3.   Framløga av rokniskapi (William Simonsen, Kassameistari)

Rokniskapurin bleiv lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum.

 

4.   Limagjald

Uppskot um at halda áfram við verandi limagjaldi bleiv samtykt.

 

5.   Nevndarval

Jørgen Meitilberg, Páll Nolsøe og Mads Hoydal stóðu fyri vali. Jørgen stillaði ikki uppaftur, og fyri hann varð Anja Kass Olsen valgd í nevndina. Páll Nolsøe og Mads Hoydal vóru afturvalgdir.

Kristianna Sjóvará varð afturvalgd sum tiltakslimur

 

6.   Innkomin mál

Mál frá Sálarfrøðingunum (fáa málið frá Hera Kragesteen)

 

Viðmerkingar:

 

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s