Author Archives: brekkustova

Áminning um broytt limagjald

Fyri kortum sendu vit fráboðan til limirnar í samband við, at aðalfundurin í 2010 samtykti at broyta limagjaldið úr kr. 200,- til kr. 300,- um mánaðin.

Broytingin er frá 1. oktober 2011 at rokna.

Vit heita tí á limir okkara um at stovna fasta flyting og, um neyðugt, uppsiga føstu flytingina umvegis Gjaldstovuna.

Kontonummarið er 9181-495.585.6

Tey, ið longu hava goldið 300 krónur, fáa ov nógv goldna peningin endurrindaðan.

Aðalfundurin 2010

Aðalfundur Magistarafelagsins verður hildin beint undan aðalfundinum í AKF.

Báðir fundirnir verða, leygardagin 24. apríl 2010, á Hotel Hafnia, ávikavist kl. 15 á Panorama og kl. 17 á Parnassinum. Aftaná verður døgverði.

Skráin fyri aðalfund Magistarafelagsins

Kl. 15 á Panorama – Hotel Hafnia

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá nevndini
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  4. Áseting av limagjaldi
  5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  6. Val av umboðum í AKF-nevndina
  7. Innkomin mál
  8. Ymist

Til kunningar ætlar nevndin at leggja fram uppskot um at hækka limagjaldið.

Undir ymist er ætlanin at viðgera komandi sáttmálasamráðingar. Uppskot frá limunum um hvat vit skulu leggja dent á eru vælkomin.

Skráin fyri aðalfund Akademikarafelagsins

Kl. 17 á Parnassinum – Hotel Hafnia

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
  6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum í AKF
  7. Val av formanni fyri 2 ár
  8. Val av grannskoðara
  9. Ymist

Nevndin heitir á limirnar um at møta fjølment.

Aðalfundur Magistarafelagsins

Fríggjadagin 29. mai kl. 16 verður aðalfundur Magistarafelagsins hildin á Tingshúsvegi nr. 15.

Fundurin verður hildin í hesum húsunum á Tinghúsvegi 15

Fundurin verður hildin í hesum húsunum á Tinghúsvegi 15

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðnum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Innkomin mál
7. Ymiskt

Samstundis verður mint á aðalfundin hjá Akademikarafelagnum, sum verður kl. 18 sama dag á Hotel Hafnia.

Nevndin