Author Archives: magistarin

AKF aðalfundur og eykaaðalfundur í Magistarafelagnum

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygardagin 28.apríl klokkan 15.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí heimasíðuna www.akf.fo

Klokkan 14.00 hevur Magistarafelag Føroya eykaaðalfund á sama stað.

Á skránni er: Val av 1 nevndarlimi og val av 2 tiltakslimum (annar í 1 ár og hin í 2 ár)

Aðalfundur 2012

Aðalfundur í Magistarafelag Føroya verður leygardagin 31.mars 2012.

Fundurin verður hildin í kantinuni á Læraraskúlanum klokkan 15.00 – inngongd av Frælsinum

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins, ið eru at finna á hesari síðu.

Nevndin

Samhugaverkfall 16.februar 2012

Álagt verður limum, sum eru fevndir av sáttmála millum
AKF og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, at fara í samhugaverkfall frá
hósmorgni tann 16. februar klokkan 07.00 til fríggjamorgunin 17. feb klokkan
07.00

Akademikarafelagið

Ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum, 22. – 24. august 2011, Norðurlandahúsið í Føroyum.

Onnur innkalling av fyrilestrum til ráðstevnuna:

Minst fýra mál til øll – Málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini
Les meira á heimasíðuni: http://socdev.fo/pages/malpolitikk.php

Samandráttir skulu sendast til: malpolitikk@socdev.fo

almennur fyrilestur um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni

Mikudag 4. august kl. 19:30 – 21:30
Stað: framsýnigarhølinum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð
Sum partur av fyrilestrarøðini um biodiversitet 2010, skipar Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrgripasavnið fyri fyrilestri um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni. Tað er heimskendi norski antropologurin, Thomas Hylland Eriksen, ið kemur at greiða frá hesum.

Eisini kemur Janus Hansen, lívfrøðingur og ph.d lesandi at tosa um verju av føroysku náttúruni.

Tiltakið er ókeypis, og er tann 4. august, klokkan 19.30 …

Aðalfundarfrásøgn Magistarafelagsins 24. apríl 2010

Aðalfundur Magistarafelagsins 2010
24. apríl, kl. 15.00, Parnassið á Hotel Hafnia
1.Val av fundarstjóra og skrivara
Valdir vóru ávikavist Heri Kragesteen og Erland Viberg Joensen.
2. Frágreiðing frá nevndini
Forkvinnan Erla Olsen greiddi frá farna ári. Nevndin hevði skipað seg við Erlu Olsen sum forkvinnu. Í nevndini sótu eisini Tróndur Leivsson, Hans M. Foldbo, Elspa Petersen og Peter Østergaard. Við árskiftið kom Erland Viberg Joensen inn fyri Peter Østergaard, ið hevði sagt seg úr nevndini.
Í stórum hevði nevndin hevði verið upphongd við uppsagnarmálum. Somuleiðis vóru fyrispurningar um farloyvi og spurningar um tryggingar. Serliga uppsagnarmálini høvdu verið tung og trupul. Hetta hevði havt við sær, at nevndin onga orku hevði havt til tann meira uppbyggjandi partin av fakfelagsarbeiðinum, eitt nú limarøkt. Aðalfundurin er tað einasta limatiltakið síðan tann seinasta aðalfundin. Tó var eitt tiltak fyri limum felagsins á Fróðskaparsetrinum í juni 2009 um uppsagnarmálini, ið fóru fram á Læraraskúlanum, samstundis sum fólk vóru til setanarsamrøðu á sama stovni. T.e. somu størv, sum fólk vóru uppsøgd í.
Yvirhøvur vóru uppsagnarmálini hjá limum felagsins grundgivin sum sparingar og bygnaðarbroytingar sum meginorsøk. Tað var ikki bara felagið, ið hevði stríðst, men t.d. eisini Noomi í Dali.
AKF, men eisini MF hevði borið kostnaðin av sakarmálsútreiðslum og løgfrøðiliga hjálp.
Viðv. fráboðanini hjá AKF og YF um, at limirnir ikki skuldi átaka sær uppgávur á Føroya Læraraskúla, varð staðfestur í Fasta Gerðarættinum. Tað sum hendi var, at málið varð afturvíst, tí at felagið ikki hevði trotið allar aðrar møguleikar fyrst t.e. kærur til MMR og Umboðsmannin, áðrenn farið varð í Gerðarrættin. Gerðarætturin meinti ikki vit kundu blokera Læraraskúlan, men bað okkum heldur gera eitt betri fyrireikingar-arbeiði. MF hevði m.a. kært starvslýsingar skúlans.
Málið um, at ymsar samsýningar vóru fyri undirvísing av lesandi á lærara- og pedagogútbúgvingini, sonevnda ‘19/22-málið’, er farið í Fasta Gerðarættin.
Samlagstryggingin hjá LÍV broyttist til tað betra á nýggjárinum.
Magistarafelagið er eitt lítið felag við limum, ið er hava høgar lønir. Felagið átti at havt eina umsiting, ið tók sær av málum hjá limum felagsins, men enn var ikki komið á mál. Akademikarafelag Føroya hevði verið eitt vónbrot, men samstarvið í felagsskapi-num eigur at fáast at virka.

Frágreiðingin góðkend.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
Spurningar og viðmerkingar vóru til roknskapin.
Heri Kragesteen spurdi, hví fer onki fór í verkfalsgrunnin. Tað hevur verið siðvenja at ein brotpartur fer í grunn. Erla Olsen svaraði, at limagjaldið hevði staðið í stað í mong ár, og nevndin hevði ikki raðfest verkfalsgrunnin. Tróndur Leivsson: Tað gevur ongar inn-tøkur at hava pengar standandi í verkfalsgrunninum.
Annika Sølvará spurdi, hví samsýningar til nevndina vóru so lágar, og um tað ikki var rímiligt at løna nevndarlimum við einari samsýning. Erla Olsen helt tað vera skilagott. Man hevði hugsað, at AKF var tann professionella umsitingin. Annika Sølvará helt tað vera vert at umhugsa.
Heri Kragesteen: Sambært viðtøkum felagsins ger nevndin av, hvussu nógv fer í verk-falsgrunnin. Komandi aðalfundur tekur málið upp.
Annika Sølvará helt tað vera spell at ongi limatiltøk vóru. Kanska limirnir kunnu hjálpa til tann stuttliga partin av fekfelagsarbeiðinum.
Uml. 150 limir gjalda limagjald.

Roknskapurin góðkendur.
4. Áseting av limagjaldi
Nevndin hevði í uppskoti at hækka limagjaldið úr kr. 200 til kr. 300/mðr. Av teimum skulu kr. 70 flytast AKF, kr. 130 til løgfrøðiliga hjálp og kr. 100 til rakstur.
Dorete Bloch spurdi, um tað var nóg mikið. Annika Sølvará helt, at lønin hjá limunum var høg, og vísti við dømum, at ein %-partur av lønini kundi fara til limagjald, og ístaðin fyri løgfrøðiliga hjálp, heldur at seta fólk í starv. Heri Kragesteen helt ikki orsøk vera at professionalisera MF. Hans M. Foldbo meinti, at tað var ov nógv umsiting av uppskoti-num um %-part, men tað var gott, at tann vællønti kundi gjalda meir.
Síðan meinti Tróndur Leivsson, at AKF-konstruktiónin var góð, og limafeløgini skuldi vera faklig, og las upp skrivið frá Føroya Verkfrøðingafelag frá 23. apríl 2010, ið var ein tilsøgn um kr. 70 til AKF.
Hans Andrias Sølvará sá onga eyka umsiting í at hava limagjaldið sum ein %-part av lønini. Erla Olsen: Summir limir eru leysalærarar og forvinna lítið, men hvat gera vit? Annika Sølvará: Hækka til kr. 300, men uppskot um limafeløgini hava felags limagjald. Poul Guttesen: Í fjør var verkfrøðingafelagið trekt, og alt var uppá teirra premissir. Erla Olsen: Vit hava ikki ávirkan eftir støddini á okkara limaskara. Holger Arnbjerg: Uppskot: 1%-gjald. Noomi í Dali: Heldur at samtykkja kr. 300, og at nevndin arbeiðir víðari við málinum. Firouz Gaini: Samdur við Noomi í Dali. Málið er ikki liðugt viðgjørt.

Atkvøðugreiðsla um hækkan av limagjaldinum til kr. 300/mðr.: 1 ímóti. Fundurin tók undir við uppskotinum.

Limagjald ásett til kr. 300 frá 1. mai 2010 at rokna.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
Stríð og mikil orðadrátur tók seg upp um, hvussu nógvir nevndar- og tiltakslimir, ið stóðu fyri vali. Erla Olsen tók seg aftur. Av ávísum orsøkum tók Tróndur Leivsson seg aftur í ótíð. Erland Viberg Joensen hevur verið nevndarlimur síðan árskiftið og tekur við vali. Rógvi Thomsen er tiltakslimur eitt ár aftrat og stendur ikki fyri vali. Elspa Petersen stendur ikki fyri vali. Hans M. Foldbo stendur ikki fyri vali.
Jonhard Mikkelsen, álitisumboð á Læraraskúlanum, bar fram teldupost, dagfest tann 23. apríl 2010 frá Mikkjali Mikkelsen, at fleiri starvsfelagar høvdu heitt á seg at stilla upp til nevndarvalið í felagnum. Mikkjal Mikkelsen var burturstaddur.
Claus Reistrup helt, at Fróðskaparsetrið var yvirumboðað. Heri Kragesteen meinti, at tíðin var komin til at broyta viðtøkurnar um, at nevndin skuldi hava umboð frá í minsta lagi trimum arbeiðsplássum.
Leivur Langgaaard helt, at miðfyrisitingin var undirumboðað.
Jóan Pauli Joensen meinti avgjørt, at í ár skuldi ein tiltakslimur skuldi veljast, og ein nevndarlimur fyri Trónd Leivsson. Tróndur Leivsson legði áherðslu á, at ein tiltakslimur skuldi veljast fyri Peter Østergaard. Noomi í Dali stuðlaði Jóan Paula Joensen. Heri Kragesteen vísti á, at í viðtøkum felagsins stóð, at annaðhvørt ár skuldi tveir, og annað-hvørt ár tríggir limir veljast. Í ár stóðu tveir nevndar- og ein tiltakslimur fyri vali. Poul Guttesen hevði Anniku Antoniussen í uppskoti til tiltakslim.
Hans M. Foldbo upplýsti, at hann hevði havt samband við ein løgfrøðing, ið hann hevði spurt um, hvørt tulkingin hjá nevndini var røtt. Hesum hevði løgfrøðingurin samtykt í, at tulking nevndarinnar var tann rætta.

Nýggja nevndin er: Elspa Petersen, Hans M. Foldbo, Erland Viberg Joensen, Rógvi Thomsen og Mikkjal Mikkelsen. Tiltakslimur: Annika Antoniussen.
6. Val av umboðum í AKF-nevndina
MF-nevndin ger sjálv av, hvør ið skal í AKF-nevndina. Hans M. Foldbo helt tað vera rími-ligt at MF-nevndin valdi AKF-umboðið.
Hans Hansen hevði uppskot um, aðalfundurin valdi MF-umboðið í AKF-nevndina.
Tróndur Leivsson hevði uppskot um, at Elspa Petersen verður AKF-umboðið hjá MF, og Erland Viberg Joensen tiltaksumboð.
Holger Arnbjerg hevði uppskot um, at MF-formaðurin gjørdist umboðið í AKF.

Uppskot Trónd Leivssonar samtykt.
7. Innkomin mál
Ongi.
8. Ymiskt
Jóhanna Olsen hevði uppskot um at skipa fyri skeiði hjá álitisfólkum.
Poul Guttesen ynskti meira kunning eina aðru ferð, skuldi tað verið, at MF hevði eina fráboðan um, at limir felagsins ikki skuldi taka upp størv og uppgávur á Lærara-skúlanum.
Kári Leivsson hevði eitt kunningarmál um, at norðurlendskur fundur hjá sálarfrøðingum verður í Føroyum 20.-21. mai 2010.
Til komandi lønarsamráðingar hevði Erla Olsen hesi evni frammi: Betri løn og umstøður til leysalærarar á Fróðskaparsetrinum. Sum skilst eru lønirnar ymiskar á Setrinum og á Læraraskúlanum. Leysalærarar á Setrinum fáa eina lága løn og onga eftirløn. Jóan Pauli Joensen segði, at øll størv á Fróðskaparstrinum framyvir verða harmoniserað.
Erla Olsen bar eisini fram, at ein uppgáva hjá MF var at fáa akademikarar í starvsmanna-felagsstørvum inn í MF, og harnæst at vinna teimum sømilig kor.
Annika Sølvará minti á, at seta á tað gamla málið aftur um at fáa hækkað lønina hjá Ph.D.-studentum.
Á fundi vóru 40 limir.
Fundur lokin kl. 16.55.
Frásøgn: EVJ

Uppskot frá fíggjarmálaráðnum: Høvuðssáttmáli saman við bólkasáttmálum grundarlagið undir komandi sáttmálum

Fíggjarmálaráðið hevur skotið upp fyri øllum fakfeløgum, sum hava sáttmála við tað almenna, at sáttmálasamráðingarnar næstu ferð verða eftir heilt nýggjum leisti.

Higartil hevur fíggjarmálaráðið samráðst við yvir 30 ymisk fakfeløg, og tað hevur havt við sær, at tær fyrstu samráðingarnar leggja støðið, og at tey fakfeløg, sum koma aftaná, ongan veruligan møguleika hava havt fyri at fáa avgerðandi broytingar framdar.

Fíggjarmálaráðið heldur, at flestu sáttmálarnir líkjast so nógv, at ein høvuðssáttmáli kundi verið gjørdur fyri útvið helvtina av øllum teim málum, sum sáttmálarnir umfata. Her verður t.d. hugsað um uppsagnarfreistir, sjúku, barnferð, eldrapolitikk og eftirútbúgving.

Harnæst metir Fíggjarmálaráðið, at fakfeløgini eiga at kunna bólkast í einar 5 bólkar, sum hvør sær eru so líkir, at allar flestu mál kunnu avgreiðast í hesum bólkum. Sostatt roknar fíggjarmálaráðið við, at neyðugt verður bert at samráðast við hvørt einstakt fakfelag um heilt fáar sergreinar.

Snorri Fjallsbak hugsaði sær eina skipan, har t.d. §1-15 í einum sáttmála vóru umfatað av høvuðssáttmálanum, §16-30 fevndu um mál sum kundu avgreiðast í einum bólki, og at einar 2-3 paragraffir vóru serligar fyri hvørt felagið, sum lýst niðanfyri.

hovudsbolkasattmalar

Snorri Fjallsbak segði, at tey á lønardeildini vóru greið yvir, at prísurin fyri at fáa fakfeløgini at góðtaka eina slíka skipan var, at tað fóru at verða tær bestu treytirnar í verandi sáttmálunum sum løgdu støðið.

Sum heild kann sigast, at fakfeløgini vóru opin fyri at viðgera hesa skipan. Vit í Magistarafelagnum hava longu nakrar royndir við at verða bólkað saman við øðrum, nú vit hava lagt samráðingarnar yvir til Akademikarafelagið – higartil hava okkara royndir verið góðar.

Kunning um nýggja sáttmálan millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið

Nýggi sáttmálin millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildina) fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010 er nú endaliga komin í gildi, og samstundis fella teir gomlu sáttmálarnir við tey einstøku limafeløgini í AKF tí úr gildi.

Limafeløgini í AKF eru: Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á heimasíðuni hjá Lønardeildini www.lnd.fo sæst sáttmálin, semja og lønartalvurnar fyri ávikavist 1. oktober 2007 og 1. oktober 2008. Semjan inniber m.a. heilt nýggjar lønartalvur frá 1. oktober 2007 at rokna, og eisini eru ásetingar um lønarhækking í grein 2; hendan er 3% tann 1. okt. 2007, 3% tann 1. okt. 2008 og 3% tann 1. okt. 2009.

Nýggju lønartalvurnar fyri AKF-sáttmálan byggja á ein felags grundlønarstiga fyri allar útbúgvingarnar í hesum lønargeiranum umframt eina førleikaløn á ávikavist 8 % fyri Bachelor-stigið, 16 % fyri Cand. phil.-stigið og 20 % fyri Master-stigið. Eftirlønargjaldið er 16 % av allari lønini.

Í nýggju AKF-lønartalvunum eru nevndar 7 viðbøtur (fyri deildarleiðarar, Ph.D.-førleika v.m.). Harumframt gevur sáttmálin møguleika fyri einari serligari viðbót eftir §22, stk.2.

Av tí at nýggju lønartalvurnar eru øðrvísi enn tær gomlu talvurnar hjá teimum einstøku limafeløgunum, hava AKF og Lønardeildin gjøgnumgingið viðurskiftini í samband við flyting av fólki yvir í nýggju lønartalvurnar. Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, ið vórðu lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru nú íroknaðar í nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Í hesum sambandi gjørdu partarnir eitt yvirlit, sum vísir prosentvísa meirvirðið á gomlu viðbótunum í mun til vanligu endalønina. Í yvirlitinum eru eisini gjørdar onkrar serligar tillagingar. Yvirlitið er viðheft niðanfyri.

Tær nýggju § 22, stk. 2, viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010, tá sáttmálin gongur út.

Fyri at allir limir okkara skulu fáa eina lønarhækkan , sum samsvarar við semjuna frá 4. des. 2007, skal AKF mæla øllum arbeiðsgevarum, sum nýta almennu lønartalvurnar hjá AKF sum fyrimynd, til eisini at nýta viðlagda yvirlit, við serligum viðbótum, tá nýggi lønarsáttmálin verður tikin í nýtslu.

Í eini somikið stórari umlegging av sáttmálaviðurskiftunum, sum nýggi AKF sáttmálin við Fíggjarmálaráðið er, kunnu mistøk av óvart verða framd. Heitt verður tí á limirnar um at eftirkanna síni viðurskifti og at gera vart við møgulig mistøk áðrenn 1. mars 2009.

Blíðar heilsanir,
Nevndin í Akademikarafelag Føroya

meirvirdi_vidbotur

Um at seta semjuna millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya frá 4. desember 2007 í verk

Feløgini Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya løgdu tann 25. oktober 2008 saman í Akademikarafelag Føroya (AKF). Við hesum fær semjan, ið feløgini og Fíggjarmálaráðið gjørdu tann 4. desember 2007, gildi.

At flyta starvsfólkini inn í nýggju lønartalvurnar
Fólkini verða lønt eftir 3 lønartalvum. Í semjuni stendur, at

  • “1. oktober 2007 verða Cand. Polyt’ar, Cand. arch.’ar, Cand. mag.’ar og aðrir kandidatar við 5 ára hægri útbúgving løntir eftir somu lønartalvu (Master-stigið). Teir sivilverkfrøðingar ella arkitektar, sum tann 1. oktober 2007 standa á 1. stigi, verða fluttir á 2. stig.
  • 1. oktober 2007 verða Cand. phil.’ar, diplomverkfrøðingar og byggifrøðingar løntir eftir somu lønartalvu (Cand. phil.-stigið).
  • •1. oktober 2007 verða teir Bachelorar, ið higartil hava verið løntir eftir sáttmálanum hjá Magistarafelagnum, løntir eftir egnari lønartalvu (Bachelor-stigið).”

Harumframt eiga eisini diplomverkfrøðingar (ella akademi/teknikumverkfrøðingar), ið tann 1. oktober 2007 vóru løntir á 1. stigi at blíva fluttir á stig 2 í nýggju lønartalvuni fyri diplomverkfrøðingar.

Fólkini verða flutt beinleiðis inn í nýggju lønartalvuna. Tað vil til dømis siga, at ein Cand. mag., ið var á stigi 6 í lønartalvuni hjá Magistarafelagnum verður fluttur inn á stig 6 í lønartalvuni hjá AKF fyri Cand. mag.-stigið. Ein Cand. phil. verður fluttur beinleiðis yvir í nýggju talvuna fyri Cand. phil.-stigið. Bachelorar, ið higartil hava verið løntir sambært sáttmálanum við Magistarafelagið (og teir Bachelorar, ið ikki eru byggifrøðingar ella diplomverkfrøðingar) verða løntir eftir talvuni fyri Bachelor-stigið.

Deildarleiðarar
Tann 1. oktober 2007 fáa deildarleiðarar løn eftir nýggjari skipan. Eftir hetta verða trý sløg av deildarleiðarum:

  • Deildarleiðari 1
  • Deildarleiðari 2
  • Deildarleiðari 3

Í semjuni frá desember 2007 er ein listi yvir, hvørjir deildarleiðarar skulu verða ávikavist 1, 2 og 3. Nakrir deildarleiðarar blivu ikki flokkaðir í semjuni. Lønardeildin og Akademikarafelag Føroya hava nú ásett, hvussu hesir skulu flokkast.

Nakrir deildarleiðarar, ið vóru løntir eftir gomlu sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið, hava fingið nakað minni í lønarhækkan eftir nýggja sáttmálanum samanborið við, hvat teir høvdu fingið eftir gamla sáttmálanum. Teimum, ið soleiðis hava verið fyri “munandi vanbýti”, verður latin ein viðbót (smbrt. § 22, stk. 2), ið minkar um hetta. Viðbótin verður galdandi til 1. oktober 2010.

Viðbøtur eftir gomlu sáttmálunum
Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, sum vóru lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru íroknaðar nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Partarnir hava gjørt yvirlit, ið sýnir, hvussu hesar viðbøtur verða funnar. Viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010.

Ósamsvar millum semju og lønartalvur
Í semjuni stendur um lønartalvurnar:

“Frá 1. oktober 2007 eru lønartalvurnar skipaðar við einum felags grundlønarskala í 12 stigum, og haraftrat við eini serskildari førleikaløn á ávikavist 20% fyri Master-stigið, 16% fyri Cand. phil.-stigið og 8% fyri Bachelor-stigið. Eftir ynski frá feløgunum, verða lønartalvurnar gjørdar við grundlønarskala og førleikaløn hvør sær. Eftirlønin á 16% verður roknað av bæði grundløn og førleikaløn.”

Hetta er ikki í tráð við tær lønartalvurnar partarnir samdust tann 4. desember 2007. Í teimum lønartalvunum er førleikalønin løgd inn í grundlønina. Av misgáum bleiv semjan ikki dagførd soleiðis, at beinleiðis samsvar er millum orðingina í semjuni og lønartalvurnar. Hesi viðurskifti hava tó onki árin á samlaðu lønarupphædd hins einstaka. Tað sama er galdandi fyri ásetingar í sáttmálateksinum:

  • § 3 um setanarbrøv
  • § 6 um eftirløn
  • § 22 um løn
  • § 25 um tímalærarar á Føroya Læraraskúla
  • § 26 um tímalønir á Fróðskaparsetrinum

Argir tann 16. januar 2009:

Fíggjarmálaráðið                Akademikarafelag Føroya (AKF)
(sign.)                                                 (sign.)

Tíðindaskriv viðv. fríviku við ongari løn

Á fundi í dag, 16. januar í 2009, hava Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Føroya Lærarafelag viðgjørt spurningin um fríviku við ongari løn.

Talan er í veruleikanum um lønarniðurskurð. Fakfeløgini hava stríðst fyri at vinna limum sínum betri lønarsømdir, og tøl prógva, at reallønin er fallin seinnu árini. Tí eru fakfeløgini prinsipielt ímóti hesi loysn.

Fakfeløgini staðfesta, at eingin almennur myndugleiki hevur vent sær til okkara um hesi viðurskifti, hóast tað eru fakfeløgini vegna limir sínar, sum hava sáttmálar við almenna arbeiðsgevaran. Fakfeløgini eiga tí alla ábyrgd og allan avgerðarrætt á økinum vegna limirnar.

Fakfeløgini hava sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, og mál sum hesi skulu verða viðgjørd millum partarnar; og ikki millum leiðslu og einstaka starvsfólkið.

Hóast møguligar avleiðingar fyri tann einstaka, skulu fakfeløgini ikki taka á seg ábyrgdina av førda politikkinum hjá landsstýrinum og Løgtinginum.

Vinaliga

Føroya Pedagogfelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,

Felagið Føroyskir Sjukrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya,

Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag