Category Archives: Fráboðanir

AKF aðalfundur og eykaaðalfundur í Magistarafelagnum

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygardagin 28.apríl klokkan 15.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí heimasíðuna www.akf.fo

Klokkan 14.00 hevur Magistarafelag Føroya eykaaðalfund á sama stað.

Á skránni er: Val av 1 nevndarlimi og val av 2 tiltakslimum (annar í 1 ár og hin í 2 ár)

Uppskot frá fíggjarmálaráðnum: Høvuðssáttmáli saman við bólkasáttmálum grundarlagið undir komandi sáttmálum

Fíggjarmálaráðið hevur skotið upp fyri øllum fakfeløgum, sum hava sáttmála við tað almenna, at sáttmálasamráðingarnar næstu ferð verða eftir heilt nýggjum leisti.

Higartil hevur fíggjarmálaráðið samráðst við yvir 30 ymisk fakfeløg, og tað hevur havt við sær, at tær fyrstu samráðingarnar leggja støðið, og at tey fakfeløg, sum koma aftaná, ongan veruligan møguleika hava havt fyri at fáa avgerðandi broytingar framdar.

Fíggjarmálaráðið heldur, at flestu sáttmálarnir líkjast so nógv, at ein høvuðssáttmáli kundi verið gjørdur fyri útvið helvtina av øllum teim málum, sum sáttmálarnir umfata. Her verður t.d. hugsað um uppsagnarfreistir, sjúku, barnferð, eldrapolitikk og eftirútbúgving.

Harnæst metir Fíggjarmálaráðið, at fakfeløgini eiga at kunna bólkast í einar 5 bólkar, sum hvør sær eru so líkir, at allar flestu mál kunnu avgreiðast í hesum bólkum. Sostatt roknar fíggjarmálaráðið við, at neyðugt verður bert at samráðast við hvørt einstakt fakfelag um heilt fáar sergreinar.

Snorri Fjallsbak hugsaði sær eina skipan, har t.d. §1-15 í einum sáttmála vóru umfatað av høvuðssáttmálanum, §16-30 fevndu um mál sum kundu avgreiðast í einum bólki, og at einar 2-3 paragraffir vóru serligar fyri hvørt felagið, sum lýst niðanfyri.

hovudsbolkasattmalar

Snorri Fjallsbak segði, at tey á lønardeildini vóru greið yvir, at prísurin fyri at fáa fakfeløgini at góðtaka eina slíka skipan var, at tað fóru at verða tær bestu treytirnar í verandi sáttmálunum sum løgdu støðið.

Sum heild kann sigast, at fakfeløgini vóru opin fyri at viðgera hesa skipan. Vit í Magistarafelagnum hava longu nakrar royndir við at verða bólkað saman við øðrum, nú vit hava lagt samráðingarnar yvir til Akademikarafelagið – higartil hava okkara royndir verið góðar.

Kunning um nýggja sáttmálan millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið

Nýggi sáttmálin millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildina) fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010 er nú endaliga komin í gildi, og samstundis fella teir gomlu sáttmálarnir við tey einstøku limafeløgini í AKF tí úr gildi.

Limafeløgini í AKF eru: Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á heimasíðuni hjá Lønardeildini www.lnd.fo sæst sáttmálin, semja og lønartalvurnar fyri ávikavist 1. oktober 2007 og 1. oktober 2008. Semjan inniber m.a. heilt nýggjar lønartalvur frá 1. oktober 2007 at rokna, og eisini eru ásetingar um lønarhækking í grein 2; hendan er 3% tann 1. okt. 2007, 3% tann 1. okt. 2008 og 3% tann 1. okt. 2009.

Nýggju lønartalvurnar fyri AKF-sáttmálan byggja á ein felags grundlønarstiga fyri allar útbúgvingarnar í hesum lønargeiranum umframt eina førleikaløn á ávikavist 8 % fyri Bachelor-stigið, 16 % fyri Cand. phil.-stigið og 20 % fyri Master-stigið. Eftirlønargjaldið er 16 % av allari lønini.

Í nýggju AKF-lønartalvunum eru nevndar 7 viðbøtur (fyri deildarleiðarar, Ph.D.-førleika v.m.). Harumframt gevur sáttmálin møguleika fyri einari serligari viðbót eftir §22, stk.2.

Av tí at nýggju lønartalvurnar eru øðrvísi enn tær gomlu talvurnar hjá teimum einstøku limafeløgunum, hava AKF og Lønardeildin gjøgnumgingið viðurskiftini í samband við flyting av fólki yvir í nýggju lønartalvurnar. Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, ið vórðu lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru nú íroknaðar í nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Í hesum sambandi gjørdu partarnir eitt yvirlit, sum vísir prosentvísa meirvirðið á gomlu viðbótunum í mun til vanligu endalønina. Í yvirlitinum eru eisini gjørdar onkrar serligar tillagingar. Yvirlitið er viðheft niðanfyri.

Tær nýggju § 22, stk. 2, viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010, tá sáttmálin gongur út.

Fyri at allir limir okkara skulu fáa eina lønarhækkan , sum samsvarar við semjuna frá 4. des. 2007, skal AKF mæla øllum arbeiðsgevarum, sum nýta almennu lønartalvurnar hjá AKF sum fyrimynd, til eisini at nýta viðlagda yvirlit, við serligum viðbótum, tá nýggi lønarsáttmálin verður tikin í nýtslu.

Í eini somikið stórari umlegging av sáttmálaviðurskiftunum, sum nýggi AKF sáttmálin við Fíggjarmálaráðið er, kunnu mistøk av óvart verða framd. Heitt verður tí á limirnar um at eftirkanna síni viðurskifti og at gera vart við møgulig mistøk áðrenn 1. mars 2009.

Blíðar heilsanir,
Nevndin í Akademikarafelag Føroya

meirvirdi_vidbotur

Um at seta semjuna millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya frá 4. desember 2007 í verk

Feløgini Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya løgdu tann 25. oktober 2008 saman í Akademikarafelag Føroya (AKF). Við hesum fær semjan, ið feløgini og Fíggjarmálaráðið gjørdu tann 4. desember 2007, gildi.

At flyta starvsfólkini inn í nýggju lønartalvurnar
Fólkini verða lønt eftir 3 lønartalvum. Í semjuni stendur, at

  • “1. oktober 2007 verða Cand. Polyt’ar, Cand. arch.’ar, Cand. mag.’ar og aðrir kandidatar við 5 ára hægri útbúgving løntir eftir somu lønartalvu (Master-stigið). Teir sivilverkfrøðingar ella arkitektar, sum tann 1. oktober 2007 standa á 1. stigi, verða fluttir á 2. stig.
  • 1. oktober 2007 verða Cand. phil.’ar, diplomverkfrøðingar og byggifrøðingar løntir eftir somu lønartalvu (Cand. phil.-stigið).
  • •1. oktober 2007 verða teir Bachelorar, ið higartil hava verið løntir eftir sáttmálanum hjá Magistarafelagnum, løntir eftir egnari lønartalvu (Bachelor-stigið).”

Harumframt eiga eisini diplomverkfrøðingar (ella akademi/teknikumverkfrøðingar), ið tann 1. oktober 2007 vóru løntir á 1. stigi at blíva fluttir á stig 2 í nýggju lønartalvuni fyri diplomverkfrøðingar.

Fólkini verða flutt beinleiðis inn í nýggju lønartalvuna. Tað vil til dømis siga, at ein Cand. mag., ið var á stigi 6 í lønartalvuni hjá Magistarafelagnum verður fluttur inn á stig 6 í lønartalvuni hjá AKF fyri Cand. mag.-stigið. Ein Cand. phil. verður fluttur beinleiðis yvir í nýggju talvuna fyri Cand. phil.-stigið. Bachelorar, ið higartil hava verið løntir sambært sáttmálanum við Magistarafelagið (og teir Bachelorar, ið ikki eru byggifrøðingar ella diplomverkfrøðingar) verða løntir eftir talvuni fyri Bachelor-stigið.

Deildarleiðarar
Tann 1. oktober 2007 fáa deildarleiðarar løn eftir nýggjari skipan. Eftir hetta verða trý sløg av deildarleiðarum:

  • Deildarleiðari 1
  • Deildarleiðari 2
  • Deildarleiðari 3

Í semjuni frá desember 2007 er ein listi yvir, hvørjir deildarleiðarar skulu verða ávikavist 1, 2 og 3. Nakrir deildarleiðarar blivu ikki flokkaðir í semjuni. Lønardeildin og Akademikarafelag Føroya hava nú ásett, hvussu hesir skulu flokkast.

Nakrir deildarleiðarar, ið vóru løntir eftir gomlu sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið, hava fingið nakað minni í lønarhækkan eftir nýggja sáttmálanum samanborið við, hvat teir høvdu fingið eftir gamla sáttmálanum. Teimum, ið soleiðis hava verið fyri “munandi vanbýti”, verður latin ein viðbót (smbrt. § 22, stk. 2), ið minkar um hetta. Viðbótin verður galdandi til 1. oktober 2010.

Viðbøtur eftir gomlu sáttmálunum
Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, sum vóru lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru íroknaðar nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Partarnir hava gjørt yvirlit, ið sýnir, hvussu hesar viðbøtur verða funnar. Viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010.

Ósamsvar millum semju og lønartalvur
Í semjuni stendur um lønartalvurnar:

“Frá 1. oktober 2007 eru lønartalvurnar skipaðar við einum felags grundlønarskala í 12 stigum, og haraftrat við eini serskildari førleikaløn á ávikavist 20% fyri Master-stigið, 16% fyri Cand. phil.-stigið og 8% fyri Bachelor-stigið. Eftir ynski frá feløgunum, verða lønartalvurnar gjørdar við grundlønarskala og førleikaløn hvør sær. Eftirlønin á 16% verður roknað av bæði grundløn og førleikaløn.”

Hetta er ikki í tráð við tær lønartalvurnar partarnir samdust tann 4. desember 2007. Í teimum lønartalvunum er førleikalønin løgd inn í grundlønina. Av misgáum bleiv semjan ikki dagførd soleiðis, at beinleiðis samsvar er millum orðingina í semjuni og lønartalvurnar. Hesi viðurskifti hava tó onki árin á samlaðu lønarupphædd hins einstaka. Tað sama er galdandi fyri ásetingar í sáttmálateksinum:

  • § 3 um setanarbrøv
  • § 6 um eftirløn
  • § 22 um løn
  • § 25 um tímalærarar á Føroya Læraraskúla
  • § 26 um tímalønir á Fróðskaparsetrinum

Argir tann 16. januar 2009:

Fíggjarmálaráðið                Akademikarafelag Føroya (AKF)
(sign.)                                                 (sign.)

Tíðindaskriv viðv. fríviku við ongari løn

Á fundi í dag, 16. januar í 2009, hava Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Føroya Lærarafelag viðgjørt spurningin um fríviku við ongari løn.

Talan er í veruleikanum um lønarniðurskurð. Fakfeløgini hava stríðst fyri at vinna limum sínum betri lønarsømdir, og tøl prógva, at reallønin er fallin seinnu árini. Tí eru fakfeløgini prinsipielt ímóti hesi loysn.

Fakfeløgini staðfesta, at eingin almennur myndugleiki hevur vent sær til okkara um hesi viðurskifti, hóast tað eru fakfeløgini vegna limir sínar, sum hava sáttmálar við almenna arbeiðsgevaran. Fakfeløgini eiga tí alla ábyrgd og allan avgerðarrætt á økinum vegna limirnar.

Fakfeløgini hava sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, og mál sum hesi skulu verða viðgjørd millum partarnar; og ikki millum leiðslu og einstaka starvsfólkið.

Hóast møguligar avleiðingar fyri tann einstaka, skulu fakfeløgini ikki taka á seg ábyrgdina av førda politikkinum hjá landsstýrinum og Løgtinginum.

Vinaliga

Føroya Pedagogfelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,

Felagið Føroyskir Sjukrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya,

Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag