Category Archives: Tiltøk

AKF aðalfundur og eykaaðalfundur í Magistarafelagnum

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygardagin 28.apríl klokkan 15.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí heimasíðuna www.akf.fo

Klokkan 14.00 hevur Magistarafelag Føroya eykaaðalfund á sama stað.

Á skránni er: Val av 1 nevndarlimi og val av 2 tiltakslimum (annar í 1 ár og hin í 2 ár)

Aðalfundur 2012

Aðalfundur í Magistarafelag Føroya verður leygardagin 31.mars 2012.

Fundurin verður hildin í kantinuni á Læraraskúlanum klokkan 15.00 – inngongd av Frælsinum

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins, ið eru at finna á hesari síðu.

Nevndin

Aðalfundurin 2010

Aðalfundur Magistarafelagsins verður hildin beint undan aðalfundinum í AKF.

Báðir fundirnir verða, leygardagin 24. apríl 2010, á Hotel Hafnia, ávikavist kl. 15 á Panorama og kl. 17 á Parnassinum. Aftaná verður døgverði.

Skráin fyri aðalfund Magistarafelagsins

Kl. 15 á Panorama – Hotel Hafnia

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá nevndini
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  4. Áseting av limagjaldi
  5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  6. Val av umboðum í AKF-nevndina
  7. Innkomin mál
  8. Ymist

Til kunningar ætlar nevndin at leggja fram uppskot um at hækka limagjaldið.

Undir ymist er ætlanin at viðgera komandi sáttmálasamráðingar. Uppskot frá limunum um hvat vit skulu leggja dent á eru vælkomin.

Skráin fyri aðalfund Akademikarafelagsins

Kl. 17 á Parnassinum – Hotel Hafnia

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
  6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum í AKF
  7. Val av formanni fyri 2 ár
  8. Val av grannskoðara
  9. Ymist

Nevndin heitir á limirnar um at møta fjølment.

Aðalfundur Magistarafelagsins

Fríggjadagin 29. mai kl. 16 verður aðalfundur Magistarafelagsins hildin á Tingshúsvegi nr. 15.

Fundurin verður hildin í hesum húsunum á Tinghúsvegi 15

Fundurin verður hildin í hesum húsunum á Tinghúsvegi 15

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðnum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Innkomin mál
7. Ymiskt

Samstundis verður mint á aðalfundin hjá Akademikarafelagnum, sum verður kl. 18 sama dag á Hotel Hafnia.

Nevndin

AKF stovnað

 

Fyrsta nevndin i AKF

Fyrsta nevndin í AKF

AKF varð stovnað 25. oktober 2008. Undan stovnandi aðalfundinum í AKF var eykaaðalfundur í Magistarafelagnum, har samtykt varð at formaður felagsins, Tróndur Leivsson, skuldi umboða Magistarafelagið í AKF, og at Noomi í Dali skuldi vera varalimur.

Harumframt komu í nevndina hjá AKF Barbara Mikkelsen fyri Byggifrøðingafelagið, Magni Dalsgaard fyri Arkitektafelagið og Christian Joensen frá Verkfrøðingafelagnum. Tróndur Leivsson frá Magistarafelagnum bleiv formaður.

Veitsla 25. oktober

Leygarkvøldið 25. oktober verður veitsla í sambandi við stovnanina av Akademikarafelag Føroya hildin í kantinuni á Læraraskúlanum. Veitslan verður beint eftir stovnandi aðalfundin av AKF, væntandi kl. 19.30. Vit fáa góðan mat og ymist gott afturvið. Undirhaldið hevur serstøk veitslunevnd við umboðum úr øllum fýra feløgunum átikið sær at standa fyri. Vit vænta og vóna, at eitt slíkt tiltak fer at fremja felagskensluna millum limirnar í ymsu feløgunum.

Gevið gætur: Fyri at veitslunevndin skal hava eina meting av, hvussu nógv koma á veitsluna, verða tit biðin um at boða frá, antin á  email: peter@magistarin.fo, ella við at venda tykkum til nevndina í tykkara felag. Eisini ber til at tekna tykkum við at skriva í “Comments”-leinkið niðanfyri.

Kunningarfundur um AKF

Kunningarfundur um AKF verður hildin í Auluni á Føroya Læraraskúla verður hildin leygardagin 25. oktober kl. 17.00. Fundurin verður hildin saman við hinum trimum feløgunum sum eru saman við Magistarafelagið um at stovna Akademikarafelag Føroya.

Møtið fjølment.