Category Archives: Uncategorized

Aðalfundurin 2014

Aðalfundur felagsins verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. mars klokkan 17.00

Skráin á fundinum er sambært viðtøkunum.

Nevndin fer at kunna um nýggja pensjóns- og tryggingaravtalu, ið er munandi broytt frá undanfarnu avtalu.

Nevndin vil fegin frætta frá limum, ið hava evni ella spurningar, ið eiga at verða tiknir upp á fundinum.

Tá fundurin er liðugur, verður møguleiki fyri at fáa ein bita og eitt prát í hølum felagsins.

Advertisements

Aðalfundur 2013 – frágreiðing

Aðalfundurin 2013 varð hildin í hølum felagsins 11. mai.

Ein longri fundarfrásøgn er send limunum við telduposti. Limir kunnu eisini venda sær til nevndarlimirnar fyri at fáa eina pdf-útgávu sendandi.

Her eru nøkur av høvuðspunktunum, ið vóru frammi á fundinum.

Formaðurin kunnaði um ymisk viðurskifti, men serligur dentur varð lagdur á støðuna viðv. pensjónum og tryggingum. Nøkur fakfeløg hava ætlanir um at keypa LÍV, men Magistarafelagið hevur valt ikki at vera við í hesum arbeiði. Í staðin verður roynt at gera nýggja avtalu við LÍV ella Betri.

Svend Højgaard, formaður í Bókavarðafelagnum, kunnaði um støðuna hjá bókavørðum. Hesin bólkur verður í Danmark løntur eftir AC-sáttmálanum, meðan í Føroyum eru nakrir í AKF og nakrir í Starvsmannafelagnum. Bókavørðarnir ynskja at hava møguleika fyri at gerast limir í Magistarafelagnum.

Aðalfundurin samtykti at loyva bókavørðum at gerast limir í Magistarafelagnum.

Roknskapurin varð lagdur fram og góðkendur. Limagjaldið varð ásett at vera tað sama sum undanfarna árið –  300 krónur

William Simonsen varð afturvaldur, meðan Leivur Langgaard játtaði at halda fram, til ein loysn var funnin á pensjóns- og tryggingarspurninginum.

Ymiskt: Nevndin vil fegin frætta nærri frá fyrrverandi nevndarlimum um, hvussu teir meta, at verkfalskonto felagsins eigur at vera umsitin.

Aðalfundur 2013

Aðalfundurin verður í Tvørgøtu 3 leygardagin 11. mai klokkan 16.00

Skráin er sambært viðtøkunum.

Mál, ið nevndin ætla at greiða frá ella viðgera, eru:
1. Pensjónir og tryggingar – frágreiðing um støðuna.
2. Akademisering av arbeiðsmarknaðinum. Hvussu handfara vit hetta?
2a. Svend Højgaard, formaður í Bókavarðafelagnum og limur í Magistarafelagnum greiðir frá.
3. Viðgerð og støðutakan av innliman av Bókavarðørðum í Magistarafelagið.

Nevndin

AKF aðalfundur og eykaaðalfundur í Magistarafelagnum

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygardagin 28.apríl klokkan 15.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí heimasíðuna www.akf.fo

Klokkan 14.00 hevur Magistarafelag Føroya eykaaðalfund á sama stað.

Á skránni er: Val av 1 nevndarlimi og val av 2 tiltakslimum (annar í 1 ár og hin í 2 ár)

Aðalfundur 2012

Aðalfundur í Magistarafelag Føroya verður leygardagin 31.mars 2012.

Fundurin verður hildin í kantinuni á Læraraskúlanum klokkan 15.00 – inngongd av Frælsinum

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins, ið eru at finna á hesari síðu.

Nevndin

Samhugaverkfall 16.februar 2012

Álagt verður limum, sum eru fevndir av sáttmála millum
AKF og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, at fara í samhugaverkfall frá
hósmorgni tann 16. februar klokkan 07.00 til fríggjamorgunin 17. feb klokkan
07.00

Akademikarafelagið

Áminning um broytt limagjald

Fyri kortum sendu vit fráboðan til limirnar í samband við, at aðalfundurin í 2010 samtykti at broyta limagjaldið úr kr. 200,- til kr. 300,- um mánaðin.

Broytingin er frá 1. oktober 2011 at rokna.

Vit heita tí á limir okkara um at stovna fasta flyting og, um neyðugt, uppsiga føstu flytingina umvegis Gjaldstovuna.

Kontonummarið er 9181-495.585.6

Tey, ið longu hava goldið 300 krónur, fáa ov nógv goldna peningin endurrindaðan.