Viðtøkur fyri Magistarafelag Føroya

Grein 1

Navn felagsins er Magistarafelag Føroya. Heimstaður felagsins er Føroyar.

Endamál Magistarafelags Føroya er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins við:

1. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi arbeiðsmarknaðar- og sáttmála viðurskiftum

2. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi yrkisligum, fíggjarligum og sosialum viðurskiftum

3. at arbeiða fyri, at limirnir fáa høvi at varðveita og menna sín yrkisførleika

4. at vinna vísindum og akademiskum førleika best møguligan frama og sóma í samfelagnum

5. at styrkja samanhaldið í limaskaranum og stimbra til førleikameðvit á høgum støði bæði yrkisliga og siðsemiliga

2. stk. Felagið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi, samstarv við onnur feløg og við møguligum limaskapi í yvirskipaðum yrkisfelagsskapi. Tað kann verða latið upp í hendurnar á serskildum yvirskipaðum yrkisfelagsskapi at røkja áhugamál felagsins.

Grein 2

Kandidatlimur (vanligur limur) er:

1. Kandidatur við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni.

2. Eftir samtykki nevndarinnar kann persónur, ið ikki lýkur treytirnar í stk. 1, í undantaksføri, gerast limur, um hann røkir fast starv, sum í vanligari fatan hoyrir til tann arbeiðsmarknað ella tað sáttmálaøki, ið Magistarafelag Føroya virkar á. Umsøkjari hevur rætt til at fáa umsóknina lagda fyri aðalfund felagsins til endaliga støðutakan

Heiðurslimur:

fólk, ið hevur gjørt serskilt avrik í strevan fyri áhugamálum felagsins, kann verða tilnevnt heiðurslimaskap í Magistarafelag Føroya. Fyri at tilnevna heiðurslim krevst samd nevndarviðtøka. Heiðurslimur hevur vanligan atkvøðurætt og valbæri í felagnum.

 

Grein 3

Felagið verður stýrt av nevnd við fimm limum. Nevndin er viðtøkufør, tá ið tríggir nevndarlimir eru møttir á nevndarfundi. Nevndin kann felagsins vegna siga upp sáttmálan við avtalupartarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Grein 4

Aðalfundurin er hægsti myndugleikin felagsins og verður hildin í seinasta lagi 1. mai. Aðalfundurin skal fráboðast limunum skrivliga fjúrtan dagar fyri fundin, og verður hann hildin við hesi skrá:

1. Val av fundarstjóra og skrivara

2. Frágreiðing frá nevndini

3. Framløga av grannskoðaðnum rokn-skapi

4. Áseting av limagjaldi

5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum

6. Innkomin mál

7. Ymiskt

Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur fyri vali og annaðhvørt ár tríggir nevndarlimir og ein tiltakslimur. Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi eina viku áðrenn aðalfundin.

Nevndarlimir og tiltakslimir skulu umboða í minsta lagi trý arbeiðspláss. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Felagið verður bundið við undirskrift formansins og kassameistarans.

Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt ella í seinasta lagi 3 vikur eftir, at í minsta lagi 10 limir skrivliga hava kravt tað, ella meirilutin av limunum á einum arbeiðsplássi krevja tað.

 

Grein 5

Um nevndin metir, at limur ikki heldur lógina ella tær starvsligu samtyktirnar, kann nevndin koyra limin úr felagnum, um øll nevndin er samd.

Stk 2. Um limur ikki hevur goldið limagjald, og eftirstøðan verður fyri meira enn 3 mánaðir:

a. hevur felagið ongar skyldir til at viðgera mál hjá viðkomandi limi, fyrr enn eftirstøðan er goldin og limagjaldið er goldið regluliga í tríggjar mánaðir.

b. hevur viðkomandi limur ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

Stk. 3. Um limur ikki hevur goldið limagjald, og eftirstøðan verður fyri meira enn 6 mánaðir, skal nevndin taka stig til at koyra limin úr felagnum sbrt. stk 1. Um eftirstøða er av einumhvørjum slagi, so skal hon krevjast inn.

Stk 4. Útkoyrdir limir kunnu eftir umsókn gerast limir aftur, tá ið tvey ár eru liðin, um nevndin játtar. Felagið kann tó ikki átaka sær at viðgera mál hjá viðkomandi limi fyrr enn limagjaldið er goldið regluliga í tríggjar mánaðir.

Stk 5. Limur, ið er útkoyrdur eftir stk. 1, kann í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at hann hevur fingið skrivlig boð um, at hann er koyrdur út, krevja, at málið verður avgjørt á aðalfundi.

Stk. 6. Um serligar umstøður gera seg galdandi hjá liminum ella næstu avvarðandi hansara, og eru orsøkir til umstøðurnar nevndar í stk. 2 og stk 3., kann nevndin tó gera undantøk.

 

Grein 6

Lógarbroytingar kunnu bert gerast á aðalfundi. Uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndina í hendi eina viku fyri aðalfundin.

Til at fremja lógarbroyting krevst at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri broytingunum.

 

Grein 7

Felagið kann samstarva við onnur yrkis-feløg um fakligar og búskaparligar spurn-ingar.

 

Grein 8

Felagið kann bert verða avtikið, um 2/3 av møttu limunum greiða atkvøðu fyri tí.

 

Grein 9

Roknskaparárið er ámanakkaárið. Nevndin fær heimild til at gjalda fyri sakkønari grannskoðarahjálp.

 

Grein 10

Samtykt á aðalfundi tann 24.04. 2002 og kemur í gildi beinanvegin

 

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s